Síðsta ferðamannaskip í ár

September 24, 2024

Í gjár tók Runavíkar havn ímóti síðsta ferðamannaskipinum í ár. Hetta er fyrstu ferð, at Runavíkar havn hevur havt so nógvar vitjanir av cruiseskipum, og tað kann staðfestast, at allar móttøkurnar hava gingið væl, bæði í Kongshavn, Elduvík og Funningi. Arbeitt verður støðugt við at betra og skipa móttøkurnar, so tær gagna nærumhvørvinum á best møguligan hátt.

Saman við Visit Runavík og lokala cruisetoyminum varð tikið ímóti 138 gestum av ferðamannaskipinum Spitsbergen tíðliga sunnumorgunin. Gestirnir komu í land við smábátum á lendingini norðanfyri bygdina. Dagurin gekk sera væl og var eisini ein flottur endi á cruise-árinum. Boð eru longu komin frá ekspeditiónsleiðaranum umborð, har millum annað varð skrivað: Thank you very much for a great day in Elduvik. For many guests it was the highlight of this cruise!

Vitjanir í smærru bygdunum eru skipaðar eftir einum serstøkum leisti, har dentur verður lagdur at tryggja sosiala burðardygd. Cruisetoymini í Elduvík og Funningi hava drúgvar royndir í at taka ímóti ferðafólki frá cruiseskipum. Øll arbeiða væl saman og hava eisini lætt við at umskipa og arbeiða smidligt. Hetta er sera umráðandi í hesu vinnu, har broytingar ofta koma fyri í seinastu løtu.

Smáu bygdirnar, sum eru serstøk ferðamál hjá smærri ferðamannaskipum, eru sera nógv eftirspurdar av reiðaríunum. Tað, at vit bert taka ímóti trimum skipum í hvørjari bygd um árið, ger støðini enn meira áhugaverd, tí nógv ferðafólk ynskja at vitja friðarlig støð, møta lokalum fólki og njóta náttúru og mentan. Elduvík og Funningur eru næstan fult bókaðar til og við 2027. Oyndarfjørður verður tikin við í 2026. Ætlanin er við tíðini at menna tríggjar bygdir afturat, í Runavíkar kommunu, sum móttøkubygdir hjá smærri ferðamannaskipum.

Runavíkar havn hevur góðar vónir um ein støðugan vøkstur í talinum av ferðamannaskipum, og leggur stóran dent á at fara rætt fram, fyri at tingini skulu fylgjast at og eydnast so væl sum møguligt.

Talið á vitjanum er vaksandi, og higartil hevur Runavíkar havn fingið 42 cruise-bíleggingar í 2025, 2026 og 2027.


October 14, 2025

A visit from Ambition

On October 18, we’re excited to welcome Ambition back to King’s Harbour for…

September 16, 2025

United States Coast Guard on visit

On Monday 15 September representatives from the United States Coast Guard w…

September 16, 2025

Safe travels, Artania!

Thank you for a wonderful day in the sun yesterday, Artania! See you again…

September 13, 2025

A visit from Artania

On September 15, we’re excited to welcome Artania to King’s Harbour. We’ve…