Tvey ferðamannaskip á veg
Tvey ferðamannaskip koma inn á Runavíkar havn í komandi dagarnar. Tað fyrra, Marina hjá Oceania Cruises, kemur sunnudagin 27. august kl. 10.00 - 20.00, og tað seinna, Seven Seas Splendor hjá Regent Seven Seas Cruises, kemur mánamorgunin kl. 7.00 og verður liggjandi við bryggju til týsdagin kl. 13.00.
Marina, sum vitjar okkara havn á fyrsta sinni, er 238 metrar til longdar, og umborð eru 1200 ferðafólk úr USA, Kanada, Avstralia, Nýsælandi og UK. Manningin á Marina telur 780 fólk.
Seven Seas Splendor, sum eisini vitjaði í 2022, er 224 metrar til longdar, og umborð eru 745 ferðafólk, meginparturin úr USA, umframt manningina uppá 530 fólk.
Bæði reiðaríini hoyra undir Norwegian Cruise Line Holdings, ið eigur í alt 31 ferðamannaskip.
Tor Shipping er umboðsfelag hjá báðum skipunum og MB Tours túrsmiður.
Runavíkar havn og Visit Runavík gleða seg at taka væl ímóti gestunum.
Luxury cruise ship visiting Oyndarfjørður
On June 11, the new destination Oyndarfjørður will welcome Silver Wind from…
Is the American Dream in Elduvík?
Yesterday marked Elduvík’s first cruise visit of the year as NG Explorer br…
The first visit to Elduvík this year
Tommorrow NG Explorer from Lindblad Expeditions will visit Elduvík. We hav…
A First Call to Remember
Yesterday, Oyndarfjørður received its first-ever cruise call as Seaventure…