Ocean Explorer í Funningi
Í gjár fekk Funningur fyrstu cruisevitjanina í ár, tá Ocean Explorer legði leiðina framvið hugnaligu bygdini.
Skipið lá fyri akker á fjørðinum, og teir í alt 88 cruisegestirnir og manningin, ið taldi 20, komu í land í gummibátum.
Flestu gestirnir vóru úr Amerika, men eisini nakrir úr Australia, Canada og Evropa.
Veðrið vísti seg frá fleiri síðum - við bæði kava og sól. Men tað gjørdi bara vitjanina enn meira serliga fyri gestirnar at sleppa at uppliva føroyska veðrið.
Tað bleiv ein sera væleydnaður dagur, har bygdafólkið í Funningi gjørdi eitt framúr gott arbeiði við at taka ímóti smílandi gestunum.
Umboðsfelag hjá skipinim er Faroe Ship.
Vit ynskja Ocean Explorer, manning og ferðafólki eina góða ferð víðari!
Næsta skipið kemur til Funnings um tvær vikur, 23. mai.
Parlez-vous français?
Today, Renaissance visited King’s Harbour with around 1000 cruise guests on…
Could it be the fish soup?
Yesterday, Sea Spirit visited Funningur. Around 100 cruise guests from cou…
Two ships on the way
Over the next few days, we are looking forward to welcoming two cruise ship…
A successful first visit in Rituvík
Yesterday, Rituvík received its very first cruise call as the expedition ve…