Gagnnýta aluminiumsrutu til fiskaútflutning
Kelda: Fm1
Cargow, ein nýggjur veitari av bingjuflutningi í Føroyum, fór í vár undir at sigla vikuliga av Runavík. Cargow er knýtt at tí íslendska felagnum ThorShip og hevur skrivstovur í Hollandi, Íslandi, Føroyum og Noreg.
Ein týðandi partur av virkseminum snýr seg um flutning av aluminium úr Íslandi og Noreg til europeiska meginlandið. Felagið hevur seks bingjuskip, harav fýra sigla millum Reyðarfjörð á Eysturlandinum og ta stóru bingjuhavnina í Rotterdam, við steðgi í Føroyum á leiðini suður. Eftir tørvi verður eisini steðgað í Føroyum á leiðini norður, upplýsir Jonhard Johannesen, sum umboðar Cargow í Føroyum.
Johnhard Johannesen hevur fyrr arbeitt á Agency deildini hjá Faroe Ship og keypti herfyri felagið North-West Chartering frá Posta. Tað felagið er tó ikki knýtt at virkseminum í Cargow, sigur hann.
Sambært Cargow er tað longu eydnst at vinna nøkur viðskiftafólk hóast torførar umstøður við stórari kapping á tí føroyska marknaðinum.
“Vit komu í gongd beint aftan á páskir, so enn er ikki langt fráliðið,” segði Jonhard Johannesen við FM1. “Men føroyingar exportera veldigar mongdir av serliga uppsjóvarfiski og laksi men eisini rættiliga nógvan botnfisk, og útflutningurin av hesum vørum setir krøv sum ofta merkja at tørvur er á stórum útboði. So vit hava longu hampiligt at gera í Føroyum. Fýra av okkara bingjuskipum eru longu í fastari rutu millum Ísland og Holland og hava frammanundan fitt av farmi, serliga aluminium, tá tey steðga á í Føroyum. Fyri okkum er flutningurin av fiskavørum úr Føroyum ein eyka tænasta vit fegin vilja veita í sambandi við at vit sigla hendan vegin.”
Merry Christmas
The Port of Runavík wishes everyone a Merry Christmas and a Happy New Year!…
Christmas Ship arriving on Saturday
The Christmas Ship is arriving on Saturday 14 December at 16:30.Everyone is…
This year's last call
Spitsbergen from Hurtigruten was the last ship to call the Port of Runavík…
Spitsbergen calls Elduvík tomorrow
Spitsbergen calls Elduvík tomorrow on 22 September 2024. The ship will anch…