Eitt lívligt vikuskifti við tveimum skipum

August 19, 2024

Farna vikuskifti vóru aftur nógvir cruisegestir í Runavík, tá tvey ferðamannaskip frá reiðarínum Phoenix Reisen lógu við bryggju: Deutschland leygardagin og Artania sunnudagin.

Fremmandu gestirnir vóru sera væl móttiknir við eitt nú marknaði, vælkomutiltaki við livandi tónleiki, føroyskum dansi og øðrum mentanartiltøkum. Hóast tað var vikuskifti, so høvdu, sum altíð tá ferðamannaskip vitja í Runavík, fleiri handlar opið og nógv varð gjørt burturúr. Nærum allir cruisegestirnir seta beina kós til gongu út á Toftavatn, ið er eitt av teimum mest dragandi ferðamálunum í økinum við ríkum fugla- og plantulívi. 

Runt um í býnum var vælupplagda cruisetoymið til reiðar at hjálpa og vegleiða ferðafólkunum. Ein partur av ferðafólkunum fóru eisini skipaðar útferðir við Faroeway Adventures.

Sunnudagin varð Vinnu- og havnarnevndin, saman við leiðandi starvsfólkum hjá kommununi og umboði frá Tor Shipping, bjóðað umborð á Artaniu til eina máltíð og rundvísing aftaná. Blíðskapurin var stórur, og øll vóru sera væl móttikin av cruisestjóranum, Jörn Hofer, ið vitjaði fyri triðju ferð í Runavík við Artaniu

Vit gleða okkum til at taka ímóti fleiri skipum frá Phoenix aftur næsta ár, og vit ynskja báðum skipum eina góða ferð víðari.


December 24, 2024

Merry Christmas

The Port of Runavík wishes everyone a Merry Christmas and a Happy New Year!…

December 12, 2024

Christmas Ship arriving on Saturday

The Christmas Ship is arriving on Saturday 14 December at 16:30.Everyone is…

September 23, 2024

This year's last call

Spitsbergen from Hurtigruten was the last ship to call the Port of Runavík…

September 21, 2024

Spitsbergen calls Elduvík tomorrow

Spitsbergen calls Elduvík tomorrow on 22 September 2024. The ship will anch…