Le Champlain í Runavík og Elduvík
Ferðamannaskipið Le Champlain, hjá reiðarínum PONANT, vitjaði fyri fyrstu ferð í Runavík og Elduvík hin 8. og 9. august. Skipað varð fyri plattahandan umborð á Le Champlain, har umboð frá skipinum, Faroe Ship, Visit Runavík og Runavíkar havn luttóku.
Fríggjadagin fóru gestirnir á skipaðar útferðir, gongutúr runt Toftavatn og hugnaðu sær í Runavíkarøkinum. Sama kvøld sigldi skipið til okkara vakra ferðamál Elduvík, har teir 180 gestirnir vórðu førdir í land í smábátum í góðveðrinum leygarmorgunin. Dagurin var ótrúliga góður við nógvum lokalum upplivingum, bæði í bygdini og á fjallatúrum við staðbundnum bóndrum sum ferðaleiðarum.
Aftaná vitjanina bjóðaði skiparin øllum cruisetoyminum umborð á Le Champlain. Hetta var ein góð uppliving, og blíðskapurin var sera stórur.
Vit takka fyri vitjanina og ynskja gestum og manning eina góða ferð til Íslands.
Merry Christmas
The Port of Runavík wishes everyone a Merry Christmas and a Happy New Year!…
Christmas Ship arriving on Saturday
The Christmas Ship is arriving on Saturday 14 December at 16:30.Everyone is…
This year's last call
Spitsbergen from Hurtigruten was the last ship to call the Port of Runavík…
Spitsbergen calls Elduvík tomorrow
Spitsbergen calls Elduvík tomorrow on 22 September 2024. The ship will anch…