Hav Fles hjá Navigare doypt
Nýggja farmaskipið hjá Navigare Shipping, Hav Fles, varð doypt í Søldafirði í dag.
Stjórin Álvur Højgaard beyð vælkomin. Sigrun Jónsveinsdóttir, landsstýrismaðurin Bárður á Steig Nielsen og Thecla Bodewes, eigari og stjóri í Royal T. Shipyards, hildu eisini røðu. Hornorkestur spældi, og gestirnir fingu ábit og høvi at fara um borð at síggja skipið. Hav Fles er 90 metrar langt, lastar 5.500 tons og er annar av fýra nýbygningum hjá reiðarínum.
Systurskipið Hav Leiti, fyrsti nýbygningurin í 60 ára søgu felagsins, kom fyrr í ár. Tvey skip aftrat eru væntandi í 2027.
Kelda: Eyp.fo
New Cargo Vessel
The new cargo vessel Hav Fles, owned by Navigare, was christened in Søldarf…
Arctic Expedition Cruise Week
This week, representatives from the Port of Runavík and Visit Runavík atten…
A wonderful end to the season
Yesterday, Spitsbergen called the expedition village Elduvík, marking our f…
Spitsbergen on its way to Elduvík
On September 28, Spitsbergen will call Elduvík. This will also be Port of…