60 ára stovningardagur og nýtt skip
Leygardagin 29. august var ein søguligur dagur hjá Navigare Shipping, sum hátíðarhelt 60 ára stovningardagin og samstundis tók ímóti Hav Leiti, sínum fyrsta nýbygningi.
Hav Leiti er tann fyrsti av fýra nýbygningum, sum felagið hevur gjørt sáttmála um at byggja.
Nógv fólk vóru komin saman í Søldarfirði at síggja nýggja skipið og vera við til hátíðarhaldið.
Álvur Højgaard, stjóri og reiðari í Navigare Shipping, Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, og Árni Tór Rasmussen, nevndarformaður í Navigare Shipping, hildu røðu.
Runavíkar havn ynskir Navigare Shipping hjartaliga tillukku við 60 ára stovningardegnum og nýggja skipinum.
Myndir: portal.fo
Arctic Expedition Cruise Week
This week, representatives from the Port of Runavík and Visit Runavík atten…
A wonderful end to the season
Yesterday, Spitsbergen called the expedition village Elduvík, marking our f…
Spitsbergen on its way to Elduvík
On September 28, Spitsbergen will call Elduvík. This will also be Port of…
Thank you for visiting, NG Endurance!
Yesterday, the cruise ship NG Endurance called Funningur, marking the villa…