Ein góð cruisevitjan í Funningi

May 20, 2023

Fríggjadagin vitjaði ferðamannaskipið Ocean Adventurer í Funningi.  Hetta sama skip vitjaði eisini í fjør, og var hetta fyrsta skipið sum vitjaði bygdina. Hetta er sostatt aðru ferð at tikið verður ímóti cruisegestum í Funningi. Ferðafólkini vórðu sigld inn á lendingina við skjóttgangandi gummibátum. Ferðafólk og manning, umleið 100 í tali, vóru m.a. úr USA, Canada, Australia og Onglandi.

Slíkar móttøkur av cruise-gestum verða skipaðar eftir einum serstøkum leisti, har høvuðsfyriskipararnir leggja stóran dent á at tryggja sær eitt sosialt burðardygt tiltak. Vitjanin var einastandandi væl eydnað fyri allar partar.

Bygdafólkið í Funningi hevur saman við Runavíkar havn og Visit Runavík fyrireikað vitjanina og skipað fyri alskyns lokalum upplivingum. Millum annað kafé, sølu av minnislutum, sálmasangi í kirkjuni, søguligari framsýning, spákingartúrum í bygdini við ferðaleiðara, føroyskum dansi og gongutúrum niðan á Slættaratind og Hvíthamar við staðbundnum ferðaleiðarum. ASK ME-genturnar hjálptu væl til við at leiðbeina og geva ferðafólkunum skrá og kort yvir bygdina.

Vit ynskja Ocean Adventurer, manning og ferðafólki eina góða ferð víðari í norðurhøvum við kós móti Jan Mayen.


May 03, 2024

A successful cruise visit

The expedition cruise ship Ultramarine from Quark Expeditions anchored outs…

May 02, 2024

United States Coast Guard on visit

Wednesday 1 May representatives from the United States Coast Guard were on…

April 27, 2024

Ultramarine in Funningur 2 May

Ultramarine calls the village Funningur on Thursday 2 May. The ship will an…

March 15, 2024

Ambition on Maiden Call

Ambition calls the Port of Runavík for the first time on Tuesday 19 March a…