Ein góð cruisevitjan í Funningi
Fríggjadagin vitjaði ferðamannaskipið Ocean Adventurer í Funningi. Hetta sama skip vitjaði eisini í fjør, og var hetta fyrsta skipið sum vitjaði bygdina. Hetta er sostatt aðru ferð at tikið verður ímóti cruisegestum í Funningi. Ferðafólkini vórðu sigld inn á lendingina við skjóttgangandi gummibátum. Ferðafólk og manning, umleið 100 í tali, vóru m.a. úr USA, Canada, Australia og Onglandi.
Slíkar móttøkur av cruise-gestum verða skipaðar eftir einum serstøkum leisti, har høvuðsfyriskipararnir leggja stóran dent á at tryggja sær eitt sosialt burðardygt tiltak. Vitjanin var einastandandi væl eydnað fyri allar partar.
Bygdafólkið í Funningi hevur saman við Runavíkar havn og Visit Runavík fyrireikað vitjanina og skipað fyri alskyns lokalum upplivingum. Millum annað kafé, sølu av minnislutum, sálmasangi í kirkjuni, søguligari framsýning, spákingartúrum í bygdini við ferðaleiðara, føroyskum dansi og gongutúrum niðan á Slættaratind og Hvíthamar við staðbundnum ferðaleiðarum. ASK ME-genturnar hjálptu væl til við at leiðbeina og geva ferðafólkunum skrá og kort yvir bygdina.
Vit ynskja Ocean Adventurer, manning og ferðafólki eina góða ferð víðari í norðurhøvum við kós móti Jan Mayen.





















Safe travels, Ambition!
Ambition visited King’s Harbour on May 8th, and it was a fantastic day! Pas…
A visit from Ambition
On May 8, we are thrilled to welcome Ambition from Ambassador Cruise Line t…
Farewell, Ultramarine
Ultramarine visited Funningur - one of our expedition villages last Saturda…
United States Coast Guard on visit
Monday 28 April representatives from the United States Coast Guard were on…