Farmaskipið Sif W fyrstu ferð á Runavík

July 10, 2021

Í morgun kom farmaskipið Sif W hjá hálendska reiðarínum Cargow á Runavík. Tað er dóttirfelagið hjá Posta, North West Chartering, sum hevur leigað skipið til hendan eina túrin. Jónhard Johannesen er rakstarleiðari í NWC. Hann sigur, skipið hevur nakað av farmi við úr Hollandi, men tó mest tómar bingjur, sum skulu fyllast í Føroyum og síðan flytast suðuraftur á evropiska meginlandi í komandi viku.

Cargow rekur fasta rutusigling millum Holland, Ongland, Norra og Ísland. Á NWC vóna tey, at Føroyar gerast fastur partur av rutuni sum frá líður, og at NWC kann veita føroyskum kundum eitt gott og álítandi sjóvegis samband til grannalondini.

Sif W er eitt av fýra systurskipum, sum eru 138 metrar long og 21,4 metrar breið og hava tveir 60 tons kranar í bakborð. Øll skipini eru skrásett á Kypros.


May 03, 2024

A successful cruise visit

The expedition cruise ship Ultramarine from Quark Expeditions anchored outs…

May 02, 2024

United States Coast Guard on visit

Wednesday 1 May representatives from the United States Coast Guard were on…

April 27, 2024

Ultramarine in Funningur 2 May

Ultramarine calls the village Funningur on Thursday 2 May. The ship will an…

March 15, 2024

Ambition on Maiden Call

Ambition calls the Port of Runavík for the first time on Tuesday 19 March a…