Laksatorg 24. Juli

July 02, 2021

Árliga Laksatorgið verður leygardagin 24. juli.

Laksatorgið verður í hugnaliga umhvørvinum niðri á støð á Glyvrum. Strondin, sonevnda ‘Glyvra Beach’ er skamt harfrá, har góður møguleiki er at leypa á sjógv. Økið niðri á støð er væl skipað, neyst liggja framvið, umframt snotuligu húsini hjá bátafelagnum. Stór grill og fleiri tjøld verða á økinum, har smakkiroyndir av rávøru frá Bakkafrost verða at fáa.

Fólk, ið eru áhugað í at luttaka við onkrum tiltaki, eru vælkomin at senda ein t-post til visit@runavik.fo, viðmerk Laksatorg.

Sølutorgið Aftur í ár verður stóra Sølutorgið ein partur av tiltakinum. Umbønir at bíleggja ókeypis borð til Sølutorgið verður gjørt umvegis eina sjálvavgreiðslu. Nærri kunning um sjálvavgreiðsluna her á síðuni umframt á facebookvanganum og heimasíðuni hjá Visit Runavík. Seinasta freist at bíleggja borð er mánadagin 19. juli. Vegna Covid 19 tilmælini eru bert 60 borð í teltinum.

 


July 15, 2025

Ambience on its way

On July 18, we are excited to welcome Ambience, a 245-meter cruise ship fro…

July 05, 2025

Last cruise call to Funningur this year

NG Endurance has now left Funningur after a great visit. The locals were th…

July 02, 2025

A visit from NG Endurance

On July 4, we are excited to welcome NG Endurance, a 124 meter expedition s…

June 29, 2025

A Special Cruise Day in Elduvík

Yesterday was a fantastic cruise day in Elduvík when the local cruise team…