Ein serligur cruisedagur í Elduvík

June 29, 2025

Í gjár var einki minni enn ein fantastiskur cruisedagur í Elduvík, tá lokala cruisetoymið tók ímóti gestunum frá ferðamannaskipinum Ocean Endeavour. Skiftandi veðrið var við til at gera dagin serliga spennandi fyri ferðafólkini, manningina og cruisetoymið.

Hetta var ein rættur expeditiónsdagur, søgdu fleiri av ferðafólkunum eftir at vera komin í land við gummibátum, upp trappurnar í gjónni og aftaná at hava upplivað alt, ið bygdin og tey lokalu høvdu at bjóða.

Allir cruisegestirnir fóru glaðir og móðir umborð á skipið aftur seinnapartin fyri síðan at sigla víðari til Vestmanna kl. 20.00 í gjárskvøldið.

Faroe Ship er umboðsfelag hjá Ocean Endeavour, ið hoyrir undir reiðaríið Adventure Canada.

Vit takka fyri vitjanina, og ynskja skipinum eina góða ferð víðari????


July 27, 2025

Amadea is on its way

The cruise ship Amadea from Phoenix Reisen will arrive at King’s Harbour to…

July 24, 2025

Nieuw Statendam has departed

Nieuw Statendam has now left King’s Harbour, and it was a great day for eve…

July 22, 2025

The Largest Cruise Ship in the Faroe Islands This Year

Tomorrow - Wednesday, July 23, the 300-meter-long cruise ship Nieuw Statend…

July 21, 2025

The last cruise visit in Elduvík this year

The last cruise visit to Elduvík this year was from Hebridean Sky. The day…