Spennandi dagar á Seatrade
Seinastu vikuna hevur Runavíkar havn luttikið á altjóða ferðaskipastevnuni Seatrade Cruise Global í Miami. Dagarnir hava verið sera spennandi við nógvum fundum við reiðarí, sum vit hava samstarvað við í fleiri ár og onnur reiðarí, ið vit síggja fram til at samstarva meira við.
Reiðaríini vísa stóran áhuga fyri okkara fýra ferðamálum, millum annað tí at afturmeldingarnar frá gestunum umborð á skipum, ið longu hava vitjað, eru sera góðar. Okkara ferðamál eru Kongshavn á Skálafirði, har øll sløg av skipum kunnu leggja at, og bygdirnar Elduvík, Funningur og Oyndarfjørður, har tikið verður ímóti trimum ekspeditiónsskipum um árið. Oyndarfjørður er nýtt ferðamál, sum vit hava bjóðað fram seinastu tvey árini, og fyrstu skipini koma til bygdina næsta ár. Eins og í Elduvík og Funningi verða ferðafólkini førd í land við smábátum.
Bíleggingarnar komandi árini nærkast teimum 70 skipunum. Eitt dagført yvirlit yvir komandi vitjanir sæst á heimasíðuni hjá Runavíkar havn: https://portofrunavik.com/cruise-calls
Úr Føroyum luttóku Runavíkar havn, Tórshavnar havn, Klaksvíkar havn, Vágs havn, Faroe Ship, Tor Shipping og MB Tours.












The cruise season is just around the corner
The cruise season is just around the corner and at the Port of Runavík we’r…
Exciting days at Seatrade
It has been some very good and exciting days at the Seatrade Cruise Global…
We are attending
The Port of Runavík will attend Seatrade Cruise Global in Miami from 7 to 1…
Merry Christmas
The Port of Runavík wishes everyone a Merry Christmas and a Happy New Year!…