Seatrade Cruise Med í Malaga
Seinastu dagarnar hevur Runavíkar havn luttikið á ferðaskipastevnuni Seatrade Cruise Med í Malaga.
Á messuni høvdu umboðini hjá Runavíkar havn nógvar fundir við reiðarí, sum vit longu samstarva við og onnur reiðarí, sum eiga stór og smá ferðamannaskip og eru áhugaði at vitja Runavíkar havn. Úrslitið fer vónandi at síggjast komandi tíðina í bíleggingum og vitjanum.
Tað er sera hugaligt at fáa góðar afturmeldingar eftir væleydnaðu móttøkurnar á Skálafjørðinum og í smáu bygdunum norðanfyri í summar. Reiðaríini vísa stóran áhuga fyri okkara ferðamálum: Kongshavn á Skálafjørðinum, sum kann taka ímóti øllum støddum av skipum og Elduvík og Funningi, har tikið verður ímóti 3 ekspeditiónsskipum um árið.
Harumframt eru vit eisini byrjað at selja Oyndarfjørð sum móttøkuhavn hjá smáum ferðamannaskipum, har ferðafólkini - eins og í Elduvík og Funningi - verða førd í land við smábátum. Fyrsta bóking er komin, og eftir ætlan kemur National Geographic Resolution hjá Lindblad Expedition á Oyndarfjørð 20. juni 2026.
Nógvar bíleggingar eru komnar fyri 2025, 2026 og 2027. Dagført yvirlit yvir vitjanir sæst á cruisekalendaranum á heimasíðuni hjá Runavíkar havn: https://portofrunavik.com/cruise-calls
Úr Føroyum luttóku Runavíkar havn, Tórshavnar havn, Klaksvíkar havn, Vágs havn, Sørvágs havn, Vága kommuna, Eysturkommuna, Faroe Ship, Tor Shipping og MB Tours.









Last cruise call to Funningur this year
NG Endurance has now left Funningur after a great visit. The locals were th…
A visit from NG Endurance
On July 4, we are excited to welcome NG Endurance, a 124 meter expedition s…
A Special Cruise Day in Elduvík
Yesterday was a fantastic cruise day in Elduvík when the local cruise team…
Two ships inbound
On June 28, we are excited to welcome Ocean Endeavour from Adventure Canada…