Síðsta ferðamannaskipið í ár

October 12, 2023

Runavíkar havn hevur, saman við Visit Runavík og lokala cruisetoyminum í Elduvík, tikið ímóti síðsta ferðamannaskipinum í ár.

Hetta var skipið Spitsbergen hjá reiðarínum Hurtigruten, sum vitjaði í Elduvík mikudagin 4. oktobur. Tey 123 ferðafólkini vórðu førd í land við smábátum, har tikið varð ímóti teimum á lendingini uttanfyri bygdina. Vitjanin, sum er skipað eftir einum serstøkum leisti, har dentur verður lagdur at tryggja sosiala burðardygd, gekk sera væl.

Umboðsfelag hjá Spitsbergen í Føroyum er Faroe Ship.

Í Elduvík verður tikið ímóti í mesta lagi trimum ferðamannaskipum um árið, og øll gleða seg til at taka ímóti trimum skipum aftur næsta ár.

Talið á vitjanum er støðugt vaksandi, og higartil hevur Runavíkar havn fingið 34 cruise-bíleggingar í 2024 og 2025. Dagført yvirlit yvir vitjanir sæst HER.


May 09, 2025

Safe travels, Ambition!

Ambition visited King’s Harbour on May 8th, and it was a fantastic day! Pas…

May 06, 2025

A visit from Ambition

On May 8, we are thrilled to welcome Ambition from Ambassador Cruise Line t…

May 05, 2025

Farewell, Ultramarine

Ultramarine visited Funningur - one of our expedition villages last Saturda…

May 01, 2025

United States Coast Guard on visit

Monday 28 April representatives from the United States Coast Guard were on…