Cruisetoymið í Elduvík til reiðar

October 03, 2023

Í morgin 4. oktobur vitjar ferðamannaskipið Spitsbergen aftur í Elduvík. Skipið fer at liggja fyri akker út fyri bygdini, og ferðafólkini verða førd í land við gummibátum. Spitsbergen hevur vitjað bygdina fleiri ferðir áður og hetta er aðru ferð í ár. Móttøkutoymið, ið er samansett av fólki í Elduvík, Runavíkar Havn og Visit Runavík, hevur góðar royndir í at taka ímóti, og manningin kennir eisini umstøðurnar.

Runavíkar havn og Visit Runavík hava seinastu árini arbeitt saman við íbúgvunum í Elduvík við at menna hendan burðardygga leist. Tikið verður í mesta lagi ímóti 3 skipum um árið í Elduvík.

Spitsbergen, sum hoyrir undir reiðariíð Hurtigruten, er 100 m langt og umborð eru umleið 123 ferðafólk. Skipið kemur kl. 7.00 og fer avstað kl. 15.00. Fyrsti bátur kemur inn á land kl. 8.30. Umboðsfelagið í Føroyum er Faroe Ship.

Vælkomin Spitsbergen


May 09, 2025

Safe travels, Ambition!

Ambition visited King’s Harbour on May 8th, and it was a fantastic day! Pas…

May 06, 2025

A visit from Ambition

On May 8, we are thrilled to welcome Ambition from Ambassador Cruise Line t…

May 05, 2025

Farewell, Ultramarine

Ultramarine visited Funningur - one of our expedition villages last Saturda…

May 01, 2025

United States Coast Guard on visit

Monday 28 April representatives from the United States Coast Guard were on…