Á Seatrade Europe í Hamburg

September 09, 2023

Seinastu vikuna hevur Runavíkar havn luttikið á ferðaskipastevnuni Seatrade Europe í Hamburg.

Runavíkar havn hevur fingið nógv burturúr fundunum við ymsu reiðaríini á messuni, og hetta fer at síggjast komandi tíðina í bíleggingum og vitjanum av bæði stórum og smáum ferðamannaskipum. Reiðaríini eru sera áhugaði í okkara ferðamálum: Kongshavn á Skálafjørðinum, sum kann taka ímóti øllum støddum av skipum og Elduvík og Funningi, har tikið verður ímóti 3 ekspeditiónsskipum um árið. Harumframt eru vit eisini byrjað at selja Oyndarfjørð sum móttøkuhavn hjá smáum ferðamannaskipum, har ferðafólkini, eins og í Elduvík og Funningi, verða førd í land við smábátum. Vónandi kemur fyrsta skip á Oyndarfjørð um eini 2-3 ár.

Bíleggingarnar fyri 2024 eru longu fleiri í tali enn í ár. Vit fáa eisini nógvar fyrispurningar og bíleggingar fyri 2025 og 2026 longu nú. Dagført yvirlit yvir vitjanir sæst á cruisekalendaranum á heimasíðuni hjá Runavíkar havn: https://portofrunavik.com/cruise-calls

Úr Føroyum luttóku Runavíkar havn, Tórshavnar havn, Klaksvíkar havn, Vágs havn, Tor Shipping, Magn og Faroe Ship.

 


July 02, 2025

A visit from NG Endurance

On July 4, we are excited to welcome NG Endurance, a 124 meter expedition s…

June 29, 2025

A Special Cruise Day in Elduvík

Yesterday was a fantastic cruise day in Elduvík when the local cruise team…

June 27, 2025

Two ships inbound

On June 28, we are excited to welcome Ocean Endeavour from Adventure Canada…

June 26, 2025

My Lady visited King’s Harbour

Yesterday, the luxurious yacht My Lady docked in King’s Harbour. The 50-me…