Cruise á ein burðardyggan hátt
Fríggjadagin 19. mai vitjar ferðamannaskipið Ocean Adventurer í Funningi.
Runavíkar havn og Visit Runavík hava seinastu árini arbeitt saman við íbúgvunum í Funningi og í Elduvík við at menna ein leist í sambandi við móttøku av ferðamannaskipum. Hetta arbeiði hevur tikið drúgva tíð, men er nú komið í góða legu. Tikið verður í mesta lagi ímóti 3 skipum um árið í hvørjari bygd.
Fríggjadagin 19. mai vitjar ferðamannaskipið Ocean Adventurer í Funningi. Hetta sama skip vitjaði eisini seinasta ár, og var hetta fyrsta skipið sum vitjaði bygdina. Vitjanin var so væl eydnað, at reiðaríið bílegði alt fyri eitt pláss aftur í ár.
Skipið fer at liggja fyri akker uttanfyri Funning, og ferðafólkini verða førd í land við gummibátum. Cruisetoymið, ið er samansett av fólki í Funningi, Runavíkar Havn og Visit Runavík, eru sera spent og til reiðar at taka væl ímóti bæði ferðafólkum og manning.
Ymiskt verður at uppliva hendan dagin, m.a. verður kafé og søla av minnislutum í skúlanum, sálmasangur og vitjan í kirkjuni, søgulig framsýning í Ólvustovu, spákingartúrar í bygdini við ferðaleiðara, føroyskur dansur í dansistovuni og gongutúrar niðan á Hvíthamar og Slættaratind við lokalum ferðaleiðarum. Harumframt vera ASK ME fólk í bygdini til reiðar at hjálpa og leiðbeina.
Ocean Adventurer er 100 m langt og umborð eru umleið 100 fólk. Skipið kemur kl. 7.00 og fer avstað kl. 17.00. Fyrsti bátur kemur inn á land kl. 8.45. Umboðsfelagið í Føroyum er Faroe Ship.
Vælkomin Ocean Adventurer



Safe travels, Ambition!
Ambition visited King’s Harbour on May 8th, and it was a fantastic day! Pas…
A visit from Ambition
On May 8, we are thrilled to welcome Ambition from Ambassador Cruise Line t…
Farewell, Ultramarine
Ultramarine visited Funningur - one of our expedition villages last Saturda…
United States Coast Guard on visit
Monday 28 April representatives from the United States Coast Guard were on…