Glað ferðafólk

August 05, 2022

Mikudagin 3. august kl. 11-19 vitjaði Artania hjá týska reiðrínum Phoenix Reisen fyri fyrstu ferð í Runavík. Í hesum sambandi handaði borgarstjórin Tórbjørn Jacobsen skiparanum á Artania ein platt frá Runavíkar Havn.

Býurin var stúgvandi fullur av fólki hendan dagin, og teir umleið 1200 cruisegestirnir hugnaðu sær óført í økinum við alskyns upplivingum. Millum annað gingu ferðafólkini runt Toftavatn, fóru á listasýning og kundu eisini keypa ein busstúr við ferðaleiðara til smærru bygdirnar kring Runavík. Cruisetoymið hevði úr at gera saman handilslívinum, og áðrenn skipið fór avstað, varð skipað fyri eini konsert við Land of Maybe úti við Løkin í Runavík.

Umboðsfelag hjá reiðarínum Phoenix Reisen er Tor Shipping.

Skipið fór avstað kl. 19.00 við kós ímóti Íslandi og heldur síðani leiðina fram til Svalbard og suður við norsku strondini. Vit ynskja ferðafólki og manning góða ferð víðari. Næsta skip kemur til Elduvíkar mánadagin 3. oktobur.


May 03, 2024

A successful cruise visit

The expedition cruise ship Ultramarine from Quark Expeditions anchored outs…

May 02, 2024

United States Coast Guard on visit

Wednesday 1 May representatives from the United States Coast Guard were on…

April 27, 2024

Ultramarine in Funningur 2 May

Ultramarine calls the village Funningur on Thursday 2 May. The ship will an…

March 15, 2024

Ambition on Maiden Call

Ambition calls the Port of Runavík for the first time on Tuesday 19 March a…