Samskip fingið stóran krana

October 17, 2021

Nýggi kranin gevur Samskipum heilt aðrar møguleikar. Talan er um ein um mobilan kajkrana, ið kann lyfta nakað omanfyri 100 tons. Kranin vigar uml. 400 tons við kontravektum, og kranaførarin situr í 24 metra hædd.

Primera virksemið er at landa og lasta bingjuskipini hjá Samskipum. Arnarfell og Helgafell hava skipskrana, men Samskip vænta at kunna gagnnýta skipini betur og skunda undir operatiónina við kajkrananum, umframt at hesin kranin gevur teimum møguleika at taka ímóti skipum, ið ikki hava skipskrana.

Slíkir kranar eru bert í Tórshavn sum nú er, og tí kann tað eisini hugsast, at Runavíkar havn kann fáa fyrimunir av krananum í framtíðini við at bjóða seg fram at taka ímóti kranaleysum skipum við tungari last, ið skal uppá land í Føroyum. Men tað má tíðin vísa, siga tey á skrivstovuni hjá Samskipum í Saltangará.


May 03, 2024

A successful cruise visit

The expedition cruise ship Ultramarine from Quark Expeditions anchored outs…

May 02, 2024

United States Coast Guard on visit

Wednesday 1 May representatives from the United States Coast Guard were on…

April 27, 2024

Ultramarine in Funningur 2 May

Ultramarine calls the village Funningur on Thursday 2 May. The ship will an…

March 15, 2024

Ambition on Maiden Call

Ambition calls the Port of Runavík for the first time on Tuesday 19 March a…