Fiskikapping við Draganum

September 16, 2021

Í morgun fór 6. a úr Skúlanum við Løkin fiskitúr við Draganum. Túrurin er partur av eini fiskikapping millum fleiri skúlar í Føroyum. Steyp verður givið til besta flokkin og gáva til tann næmingin, ið fiskar størsta fiskin.

Myndirnar eru frá túrinum við 6. a í morgun, og á hesum túri fiskaði næmingurin Grímur Lassen størsta fiskin, sum var 102 cm langur. Skiparin umborð á Draganum eitur Poli Mikkelsen, sum í fleiri ár hevur arbeitt sum lærari á Sjómansskúlanum í Klaksvík. Manningin umborð á Draganum taldi tríggjar mans, og afturat teimum vóru Jenni Troest, lærari, og Fróði Lassen umboð fyri foreldrini.

Spennandi verður at vita, hvør vinnur fiskikappingina við Draganum.


May 03, 2024

A successful cruise visit

The expedition cruise ship Ultramarine from Quark Expeditions anchored outs…

May 02, 2024

United States Coast Guard on visit

Wednesday 1 May representatives from the United States Coast Guard were on…

April 27, 2024

Ultramarine in Funningur 2 May

Ultramarine calls the village Funningur on Thursday 2 May. The ship will an…

March 15, 2024

Ambition on Maiden Call

Ambition calls the Port of Runavík for the first time on Tuesday 19 March a…