Fyrsta cruise-vitjan í Funningi væl eydnað
Í gjárskvøldið kom ferðamannaskipið Ocean Adventurer inn á Funningsfjørð, har tað lá fyri akker í nátt. Kl. 8.30 í morgun vórðu ferðafólkini sigld inn á lendingina í Funningi við skjóttgangandi gummibátum. Ferðafólkini, 80 í tali, eru úr USA, Canada og Australia.
Bygdafólkið í Funningi hevur saman við Visit Runavík og Runavíkar havn fyrireika vitjanina og skipa fyri alskyns lokalum upplivingum. Millum annað kafé, sølu av minnislutum, sálmasangi í kirkjuni, søguligari framsýning, spákingartúrum í bygdini við ferðaleiðara, føroyskum dansi og gongutúri niðan á Hvíthamar við staðbundnum ferðaleiðara. ASK ME genturnar hjálptu væl til við at leiðbeina og geva ferðafólkunum skrá og kort yvir bygdina.
Í kirkjuni handaði umboð frá skipinum bygdini eina gávu. Runavíkar havn handaði somuleiðis skipinum ein platt úr føroyskum gróti.
Ein sera væl eydnað vitjan. Slíkar vitjanir verða skipaðar eftir einum serstøkum leisti, har høvuðsfyriskipararnir leggja stóran dent á at tryggja sær eitt sosialt burðardygt tiltak.
Vit ynskja Ocean Adventurer, manning og ferðafólki eina góða ferð víðari í norðurhøvum. Í kvøld kl. 18.00 hálar skipið akkerið upp og setir kós móti Jan Mayen.

























Ein serligur cruisedagur í Elduvík
Í gjár var einki minni enn ein fantastiskur cruisedagur í Elduvík, tá lokal…
Heimsins størsti aliflaki komin á Funningsfjørð
-At hann er størstur í longd og breidd er sín søk. Hann hevur 24 linjur og…
Tvey skip á vitjan
Tvey ferðamannaskip á veg til Runavíkar havn. Leygardagin 28. juni kemur O…
My Lady vitjaði í Runavík
Í gjár lá flotta marglætisskipið My Lady við bryggju í Kongshavn. My Lady,…