Spitsbergen til Elduvíkar
Sunnudagin 22. septembur vitjar ferðamannaskipið Spitsbergen aftur í Elduvík. Skipið fer at liggja fyri akker út fyri bygdini, og ferðafólkini verða førd í land við gummibátum.
Spitsbergen hevur vitjað bygdina fleiri ferðir áður og hetta er aðru ferð í ár. Móttøkutoymið, ið er samansett av fólki í Elduvík, Runavíkar Havn og Visit Runavík, hevur góðar royndir í at taka ímóti, og manningin kennir væl umstøðurnar. Runavíkar havn og Visit Runavík hava seinastu seks árini arbeitt saman við íbúgvunum í Elduvík við at menna hendan burðardygga leist, sum virkar serstakliga væl.
Spitsbergen, sum hoyrir undir reiðariíð Hurtigruten, er 100 m langt og hesaferð eru 138 ferðafólk umborð. Skipið kemur kl. 8.00 og fer avstað kl. 17.00. Fyrsti bátur kemur inn á land kl. 8.30. Umboðsfelagið í Føroyum er Faroe Ship.
Vælkomin Spitsbergen
Ocean Explorer í Funningi
Í gjár fekk Funningur fyrstu cruisevitjanina í ár, tá Ocean Explorer legði…
Fyrsta ferðamannaskipið í ár
Mikudagin 6. mai vitjar fyrsta ferðamannaskip í ár Runavíkar havn. Talan er…
Runavíkar havn 2025
Meðan eftirglóðin av krúnufarsóttini, og lutvísi havnastongsulin móti skipu…
Seatrade Cruise Global
Hesa vikuna hevur Runavíkar havn luttikið á heimsins størstu ferðaskipastev…