Vinnugreinar

Runavíkar Havn liggur í hjartanum av Føroyum. Hon er rúmlig, trygg og sera veðurgóð.

Runavíkar Havn er ein av teimum stóru fiskivinnuhavnunum í Føroyum. Hon hýsir millum annað fleiri fiskavirkjum, flutnings- og tænastufyritøkum.

Við at savna seg um fimm vinnugreinar er Runavíkar Havn vorðin ein týdningarmikil samstarvspartur við nýmótans hentleikum, serkønari tænastu og góðum undirstøðukervi.

Fimm vinnugreinar:

  • Ferðamannaskip
  • Fiskiskapur
  • Farmur
  • Útgerðarstøð
  • Tænasta

Við hesum vinnugreinum kann Runavíkar Havn bjóða seg fram sum samstarvspart - ikki bara í Føroyum, men eisini í altjóða vinnu.