Útgerðarstøð

ASB, Atlantic Supply Base, hevur sín heimstað á Runavíkar Havn og er einasta útgerðarstøð í Føroyum. ASB er útgjørd til at veita tænastur til oljufeløg, sum bora í føroyskum øki.

  • Goymsluhús, 900 m2 og 1.100 m2, við skrivstovum
  • Útgerð til mórublanding (mud engineering), 5 x 159 m3
  • Blanditangi, 32 bbls
  • Uttandura goymsla, 20-25.000 m2
  • ISPS-øki, 12.000 m2 
  • Atløgubryggja, ið er 321 m long og 12 m djúp, á Kongshavn kai 3 og 4 - sí kort.

ASB er eitt føroyskt útgerðarfelag, stovnað í 1999. Umframt at veita tænastu til oljuvinnuna, so virkar ASB eisini sum umboðsfelag hjá skipum.