Um Runavíkar Havn

Runavíkar Havn liggur í hjartanum av Føroyum – sunnast í Eysturoy, við góðum vegasambandi til Norðoyggjar og Suðurstreymoy gjøgnum undirsjóvartunlar. Runavíkar Havn liggur við Skálafjørðin, sum er longsti og tryggasti fjørður í landinum.

Runavíkar Havn hevur allar nútímans hentleikar og umleið 2 km av atløgusíðu við 5-12 metra dýpi. Við seinastu útbyggingini kunnu eisini tey størstu skipini leggja at. Runavíkar Havn umfatar 14 havnir og lendingar: Runavík, Saltangará, Glyvrar, Søldarfjørður, Skála, Skálafjørður, Funningsfjørður, Oyndarfjørður, Æðuvík, Rituvík, Lamba, Skipanes, Funningur og Elduvík.

Tað er nógv virksemi í Runavíkar Havn, og líka síðan fyrsta bryggjan varð bygd í 1916, hevur havnin verið ein av stóru fiskivinnuhavnunum í Føroyum. Fyri at menna vinnumøguleikarnar og økja um skipaferðsluna eru fleiri útbyggingar framdar gjøgnum árini. Runavíkar Havn hevur fimm høvuðsvinnugreinar: Cruise, fiskivinnu, farmaflutning, útgerðarhavn og tænastu.

Havnin er opin alt døgnið.