Tænasta

Nógvu tænstufyritøkurnar í økinum bjóða alt slag av umvælingum til skip, sum koma inn á Runavíkar Havn. Fyritøkurnar hava drúgvar royndir og veita dygdargóða tænastu. Í Runavíkar kommunu eru fleiri enn 30 fyritøkur, ið veita tænastur til sjóvinnuna.

Tænasta:

  • Umvæling og skipabygging
  • Flutningur, útgerð og bunkring 
  • Umsitingarligar tænastur og samband við myndugleikar

Saman við Runavíkar Havn bjóða fyritøkurnar góða tænastu 24 tímar um samdøgrið.