News

Størsta skip nakrantíð á Søldarfirði

Kelda: info
Oljuskipið Stena Paris legði at bryggju í Søldarfirði í morgun. Skipið er 184 metrar langt og størsta skip, sum hevur lagt at bryggju í Søldarfirði.

-Eg veit ikki um, at nakað so stórt skip hevur lagt at í Søldarfirði fyrr. Bryggjan er ikki so stór í Søldarfirði, og tí tók tað nakað av tíð at leggja at, sigur Brandur Højgaard, havnameistari í Runavíkar Havn, sum eisini var losur, nú skipið legði at.

Bryggjan í Søldarfirði er gomul, og hon varð millum annað nýtt sum oljuhavn undir seinna heimsbardaga.

– Tá vóru eisini onkur stór skip á Søldarfirði, men eg haldi ikki, at nakað so stórt skip hevur verið á Søldarfirði fyrr, sigur Brandur Højgaard.

Stene Paris er skrásett á Bermuda, og siglir vanliga millum Kanada og Norra. Teir komu inn at bunkra 200.000 litrar av olju í Søldarfirði.

– Tað tekur væntandi umleið fimm tímar at bunkra gasolju, og tá ið teir eru lidnir, fara teir til Mongstad í Norra.

Skipið er 65.000 bruttotons til støddar. Tað er 183 metrar langt og 40 metrar broytt. 23 mans eru við skipinum, teir flestu filipinar, meðan yvirmenninir eru úr Kroatia og Slovenia.