Tíðindi

Smyril Line víðkar virksemið til Runavíkar

Kelda: www.dimma.fo

Mynd: Símin D. Danielsen, stjóri í OCD, á altanini uttan fyri høvuðsskrivstovuna hjá fyritøkuni í Saltangará, har gott útsýnið er út yvir havnarlagið (Mynd: Ingolf S. Olsen).

Smyril Line er, umvegis dótturfelag sítt í Saltangará, flutningsfelagið OCD, í ferð við at byggja ein nýggjan goymslubygning, sum eftir ætlan skal standa liðugur um eitt ár. Og tá ætlar felagið at taka Runavík við í ferðaætlanina hjá farmaskipunum.

Fyri kortum var tað Samskip, sum flutti sítt virksemi til Runavíkar, nú verður tað Smyril Line, sum eisini verður at síggja á havnarlagnum í Runavík.

Hetta skal ikki skiljast soleiðis, at Smyril Line fer at flyta alt flutningsvirksemi til Runavíkar, men samtakið ætlar at hava eina til tvær fastar fráferðir úr Runavík.

Tað verður gjørt ígjøgnum flutningsfelagið OCD, sum Smyril Line eigur. OCD hevur fingið byggiloyvi til eina goymsluhøll á havnarlagnum í Runavík. Bygningurin, sum verður 1.600 fermetrar til víddar, og átta metrar høgur, skal í fyrsta umfari brúkast til turrgóðs, men møguleiki er at byggja hann út við køli- og frystigoymslu.