News

Samskip flytir meginpartin av virkseminum til Runavíkar

Á Myndini: Sjúrður Johansen, stjóri í Samskip (Mynd: Jens Kr. Vang)
Kelda: Blaðið Vikuskifti Nr. 2
Skrivað: Kári Mikkelsen, Punktum.fo

Eitt av stóru flutningsfeløgunum til og úr útheiminum, Samskip, hevur flutt meginpartin av virksemi sínum til Runavíkar. Orsøkin er Eysturoyartunnilin, sum styttir frástøðuna millum Skálafjørðin og Havnina við trimum fjórðingum. Farmaflutningsvirksemið flutti úr Kollafirði í august, og við árslok flytir skrivstovan úr Havn sama veg. Tó verður køli- og frystigoymslan eftir í Kollafirði

Tankarnir um at flyta virksemið hjá Samskipi til Skálafjørðin stungu seg upp, eftir at politisk avgerð var tikin um undirsjóvartunnil millum Havnina og Skálafjørðin. Sjálv avgerðin um at flyta varð tikin í fjør, og í august í ár flutti Samskip størsta partin av virkseminum inn í fyrrverandi Betabygningin á havnarlagnum í Runavík. Umsitingin liggur enn í Havn, men flytir sama veg við árslok. Tó verður ikki alt virksemið flutt til Runavíkar, tí køli- og frystigoymslan verður framvegis liggjandi í Kollafirði.

– Flytingin er sjálvandi beinleiðis tengd at Eysturoyartunlinum. Farmaflutningsvirksemið hjá okkum hevur ongantíð ligið í Havn, men í Kollafirði, og nú Runavík fer at liggja í somu frástøðu sum Kollafjørður til Havnina, meta vit tað vera munandi lagaligari at hava okkara virksemi liggjandi í Runavík. Hetta tí størsti parturin av útflutningsvinnuni liggur í Eysturoynni og Norðoyggjum, eins og havnin í Runavík sum náttúruhavn vinnur á Kollafirði. Tá ræður um veður og vind, eru atløguviðurskiftini munandi betri á Skálafjørðinum, sigur Sjúrður Johansen, stjóri í føroyska partinum av Samskipi.

Runavík eitt smørhol

Hann vísir á, at fyri innflytarar kann Samskip veita somu tænastu sum higartil, men tá ræður um útflutning fer felagið at liggja munandi nærri framleiðsluvinnuni, eins og nógvari aðrari vinnu, sum liggur við Skálafjørðin og í Norðoyggjum. Sostatt verður Runavík meira sentralt enn Kollafjørður, eftir at koyrandi verður gjøgnum Eysturoyartunnilin.

– Við upplatingini av tunlinum verður Runavíkar Havn eitt smørhol, tá ræður um útflutning, tí hon liggur mitt millum Havnina og Klaksvík. Og sum flutningsfelag liggja vit í neyvt somu frástøðu til høvuðsstaðin, sum tá vit høvdu alt okkara virksemi í Kollafirði, sigur Sjúrður Johansen.

Hvat viðvíkur vøru- og havnagjøldum er so at siga eingin munur á prísunum í teimum ymsu havnunum, sigur stjórin á Samskipi, sum saman við restini av starvsfólkunum á skrivstovuni frá ársbyrjan 2021 fer at hava sítt dagliga arbeiðspláss í Runavík.