Væleydnaður fiskivinnufundur

April 22, 2021

Runavíkar kommuna/havn hevði bjóðað til almennan fiskivinnufund í Løkshøll í gjárkvøldið. Ongantíð hava so nógvir fiskimenn, skiparar, maskinmeistarar, útgerðarmenn og áhugað verið savnað í høllini. Framløgurnar vóru framúr góðar og politikararnir vóru í so góðum hýri, at teir fyri tað mesta tosaðu um framtíðina. Ein sjáldan fundur, har fleiri áhugamál tosaðu siðiliga og fyndugt saman.

Borgarstjórin setti fundin við hesum orðum:

Flakavinna & fiskiveiði

Mong okkara hava átt onkran ella fleiri í slektini, skiparar og fiskimenn, sum onkuntíð og tíðum hava siglt til market við veiðuni av fjar, mið- og heimaleiðum. Hetta var tíðin, tá vinnufrælsi var á høvunum og føroysk skip fyri tað nógva landaðu og seldu fiskin í Aberdeen, Grimsby, Leith, Fleetwood og onkuntíð í havnabýum í øðrum grannalondum.

Framleiðslan úr veiðuni hjá føroyskum skipum lá harvið í fremmandum lógvum. Í 50- og serliga í 60´árunum, í hinari øldini, eftir at ravmagnið var komið, tók flakavinnan av álvara dik á seg í Føroyum. Síðan var fiskimarkið flutt út á 12 og síðan út á 200 fjórðingar. Tað hevur gingið ymsar vegir síðan 1. januar 1977, m.a. høvdu vit eina djúpa kreppu í 1992, sum partvíst var íkomin av ráðaloysi, tá stórir partar av flotanum á fjar- og miðleiðum mistu síni rættindi og komu heim á landgrunnin at royna, men hetta forðaði ikki fyri at øll royndu at fáa eitt flakavirki at standa á hvørjum tanga. Vánalig stovnsrøkt, ovfisking og alt ov lítið rávøru-grundarlag undir flakavirkjunum kollrendi síðan samfelagið.

Síðan var fiskiveiðan skipað við lógini um vinnuligan fiskiskap miðskeiðis í 90´árunum, og virksemi á landi lagaði seg eftir avreiðingunum av botnfiski undan Føroyum. Traditionellu flakavirkini gjørdust færri og í hesum høpinum, tá ið tað snýr seg um at taka ímóti ísfiski, fyri tað mesta upsa, er talan í stóran mun um Kósina, Faroe Origin, Sandoy Seafood, Delta og TG Seafood.

Nógv fólk virka í hesi vinnuni – umborð og á landi – og bæði trolarar og virkir hava stóran týdning staðbundið og yvirhøvur. Á leið túsund fólk kring landið fáa hýrur og lønir burturúr hesari veiði og framleiðsluni úr henni. Tað er ikki ókent við sveiggjum í fiskivinnuni, heldur ikki í upsaveiðuni, men í alt ov drúgva tíð hevur fiskiskapurin verið alt ov lakur. So lítið hevur verið at fingið av upsa, at veiðan er langt niðanfyri lívfrøðiligu tilráðingarnar sum fyri upsan mæla til:
“At í 2021 kann veiðan vera í mesta lagi 27.368 tons og er hetta ein minking upp á 23% í mun til tilmælið í 2019 fyri 2020. Gýtingarstovnurin av upsa hevur verið væl fyri síðan 2014. Veiðutrýstið er framvegis hægri enn tað veiðutrýst, sum er mett at geva størstu varandi veiðu.”

Er upsastovnurin rímiliga væl fyri og veiðan minni enn biologisku tilráðingarnar, so kann ein spurningur vera, um biologisku metingarnar eru heilt eftirfarandi - ella kanska, alternativt, um ov nógvar leiðir eru stongdar fyri trolveiði. Nógvar av friðingunum vóru settar í verk í 90´árunum í hinari øldini, fyri fjerðingsøld síðan, og ongin á politiska parnassinum hevur síðan gjørt nakað fyri at rúmka um virkisøkið hjá t.d. upsaflotanum. Eitt eru friðingar fyri gýting og ung/smá-fisk, men fyri mong tykist tað sum, at hesar 25 ára gomlu stongdu leiðirnar hava fingið nærum religiøsan status, uttan at nakar veit hvør orsøkin í dag er til hesa avstiking av havleiðunum fyri veiði. Undir øllum umstøðum kennist tað margháttligt, at hesar ætlast at vera galdandi fyri tíð og ævir allar og heldur ikki taka hædd fyri broytingum í nattúruviðurskiftunum.

Fyri nakað nógvum árum síðan vóru royndir gjørdar á stongdum leiðum við rist, og greiða niðurstøðan var, at nógvur og stórur upsi var at fáa á stongdu leiðunum. Sagt var, at royndirnar eydnaðust væl, men kortini vóru tær ongantíð tiknar uppaftur. Helst av politiskum orsøkum. Politikkur fylgir ikki altíð logiskum og rationellum rásum, tí er tað ynskiligt, at kjakið fyriheldur seg objektivt til málið, og ikki verður misfarið av partapolitiskum gruggi. Hetta snýr seg um 1000 arbeiðspláss á dekkum og gólvum, og hesi og samfelagið eiga at fáa at vita, hvaðar leiðin gongur.

Sum støðan er, er upsaveiðan komin á eitt so lágt støði, at virkini og skipaeigararnir helst ferðast á tí markinum, har tey sum hava fíggjarligu ábyrgdina helst ivast í, um tað ikki hevði verið líka frægt at lagt skipini, stongt hurðarnar og latið gólvini ligið turr. Kapitalurin heldur ikki fram við at gera fíggjarligar innspræningar í hallgevandi virksemi. Avleiðingina av hesum kenna vit t.d. í Runavíkar kommunu, táið flotin hjá United Seafood fyri góðum 10 árum síðani varð lagdur og flakavirkið lat aftur. Var júst byrjaður sum havnarmeistari um tað mundið, og ringa støðan sveið í sálina. Sviðin av hesum var í allar mátar herskin. Tíbetur fingust skipini frá bryggju aftur og skeribondini á glið aftur. Tað hevur nú verið støðan í 10 ár.

Ongin mælir til at fara undir veiði, sum ikki er burðardygg, í hesum førinum er veiðan minni enn lívfrøðiliga tilráðingin, tí er spurningurin, um Havstovan og myndugleikin á økinum ikki eiga at endurskoða stongdu økini, sum hava verið friðað fyri trolveiði í eina fjerðingsøld. Ella í minsta lagi at fara undir royndir aftur við rist á stongdum leiðum.

Ætlanin við fundinum er at fáa eitt orðaskifti í lag um hetta avgerandi mál. At fáa lívfrøðiligu, politisku og vinnuligu sjónarmiðini fram á torg, soleiðis, at partarnir fáa møguleikan at sita saman, í royndini at fáa hesum partinum av føroyskum vinnulívi møguleikan at koma upp í sjóvarmálan aftur og væl tað.

Støðan er kanska ikki katastrofal, men góð er hon kortini ikki, og ber tað til at gera skilagóðar eftirmetingar, sum hava við sær eina rúmking av møguleikunum hjá hesum partinum av veiðiflotanum, so kann nógv vera vunnið.

Góða eydnu við framløgum og kjaki.

Trýst her fyri at síggja fundin!


March 15, 2024

Ambition on Maiden Call

Ambition calls the Port of Runavík for the first time on Tuesday 19 March a…

February 29, 2024

We are attending Seatrade Cruise Global

The Port of Runavík will attend Seatrade Cruise Global in Miami in April 20…

December 23, 2023

Merry Christmas

The Port of Runavík wishes everyone a Merry Christmas and a Happy New Year!…

October 25, 2023

Visit from the American Embassy

Yesterday a representative from the American Embassy in Copenhagen was on a…