Høgga skip upp á Skála

09. apríl 2021

Í dag liggur farmaskipið Hav Atlantic, hjá reiðarínum Navigare í Søldarfirði, á Skála og lastar gamalt jarn frá Føroya Skipaupphøgg. Ein partur av jarninum kemur frá skipinum Borðoyarnes, sum verður upphøgt í løtuni. Skipið er betur kent sum Mascot av Toftum. Mascot fiskaði við línu í nógv ár til tað fyri fáum árum síðan varð selt til Klaksvíkar og umbygt til krabbaveiðu. Tórleif Hansen í Skálafirði eigur Føroya Skipaupphøgg, sum heldur til norðast á havnarlagnum á Skála. Tað arbeiða 7 fólk fulla tíð í Føroya Skipaupphøggi, sum varð stovnað í august 2009.

-Vit hava merkt eitt sindur av afturgongd orsakað av korona, sigur Torleif Hansen, upphøggari. Tað hevur verið truplari at selja, og støðan hevur eisini ávirkað prísin. Í dag avskipa vit 6-700 tons av jarni og stáli við Hav Atlantic, og í januar sendu vit umleið somu nøgd av landinum. Jarnið verður fyrst flutt við farmaskipi til Kolding í Danmark, og haðani við øðrum skipi til Turkalands. Spurdur um hvar restin av tilfarinum, sum verður upphøgt fer, sigur Tórleif, at alt annað, so sum timbur, bjálving, el-lutir og kaðalar fara til IRF.

Nógv virksemi er á havnarøkinum á Skála, og bygdin hevur í eina øld verið kend fyri skip og skipasmíð. Her liggur stóra skipasmiðjan hjá Mest, sum hevur umvælt og bygt hópin av skipum gjøgnum tíðina. Skipasmiðjan varar av einum stórum parti av havnarøkinum. Onnur stór virkir á Skála eru El-Service, sum veitir tænastur til skip og virkir, og Articon, ið hevur ein stóran bygning á havnarøkinum.

Sunnarlaga í bygdini er hugnaligi bátahylurin, sum rúmar umleið 25 bátum. Við bátahylin er eisini felagshúsið, Kahyttin. Hetta snøgga húsið hjá bátafelagnum á Skála er nýliga bygt, og pensionistafelagið hevur eisini sítt virksemi her.


03. mai 2024

Góður cruisedagur í Funningi

Hósdagin 2. mai vitjaði flotta ferðamannaskipið Ultramarine hjá Quark Exped…

02. mai 2024

Vitjan av United States Coast Guard

Mikudagin 1. mai hevði Runavíkar havn vitjan av umboðum frá Landsverk og Un…

27. apríl 2024

Ultramarine til Funnings 2. mai

Í ár vitja 3 ferðamannaskip í Funningi, og tað fyrsta kemur hósdagin 2. mai…

15. mars 2024

Amibtion vitjar fyri fyrstu ferð

Týsdagin 19. mars kemur ferðamannaskipið Ambiton hjá reiðarínum Ambassador…