Amibtion vitjar fyri fyrstu ferð
Týsdagin 19. mars kemur ferðamannaskipið Ambiton hjá reiðarínum Ambassador Cruise Line inn á Runavíkar havn. Skipið fer at liggja við bryggju frá kl. 9.00 til 18.00, og hetta er fyrstu ferð at hetta skipið vitjar í Runavík.
Ambition er 216 metrar langt og umborð eru 930 ferðafólk, meginparturin úr Stóra Bretlandi. Manningin telur umleið 640. Føroyska umboðsfelagið hjá skipinum er Tor Shipping og MB Tours er túrsmiður.
Cruisetoymið, sum er samansett av nógvum lokalum kreftum, er sera væl fyrireikað til at taka ímóti fyrstu cruisegestunum í ár.
Í ár vitja 21 ferðamannaskip Runavíkar havn. Flestu skipini koma inn á Kongshavn á Skálafjørðinum, meðan seks koma til Elduvíkar og Funnings. Nøkur skip vitja bæði smáu bygdirnar norðanfyri og Kongshavn.
Runavíkar havn og Visit Runavík gleða seg at taka væl ímóti gestunum.
Vælkomin Ambition
Góður cruisedagur í Funningi
Hósdagin 2. mai vitjaði flotta ferðamannaskipið Ultramarine hjá Quark Exped…
Vitjan av United States Coast Guard
Mikudagin 1. mai hevði Runavíkar havn vitjan av umboðum frá Landsverk og Un…
Ultramarine til Funnings 2. mai
Í ár vitja 3 ferðamannaskip í Funningi, og tað fyrsta kemur hósdagin 2. mai…
Nógv ferðamannaskip í ár og komandi árini
Í ár vitja 21 ferðamannaskip Runavíkar havn. Flestu skipini koma inn á Kong…