Nógv ferðamannaskip í ár og komandi árini

11. mars 2024

Í ár vitja 21 ferðamannaskip Runavíkar havn. Flestu skipini koma inn á Kongshavn á Skálafjørðinum, meðan seks koma til Elduvíkar og Funnings. Nøkur skip vitja bæði smáu bygdirnar norðanfyri og Kongshavn. Umborð á skipunum eru millum 100 og 3000 ferðafólk umframt manning, sum telur millum 75 og 1000.

Fyrsta ferðamannaskipið, sum vitjar í Føroyum í ár, kemur inn á Kongshavn týsdagin 19. mars, men størsti parturin av skipunum koma í summar og tíðliga í heyst. Fyrireikingarnar eru longu byrjaðar, og cruisetoymið, sum er samansett av nógvum lokalum kreftum, ger seg í løtuni til reiðar at taka ímóti Ambition, sum er fyrsta skipið í ár.

Aftur í ár eru nøkur ferðamannaskip, ið hava bílagt bryggjupláss í tveir fylgjandi dagar. Hetta gevur gestunum betri stundir at uppliva vøkru náttúruna í økinum og at síggja vitjanarverd støð í Eysturoynni og aðrastaðni í Føroyum.

Elduvík og Funningur eru sokallaði ekspeditiónsferðamál. Í smáu bygdunum liggja ekspeditiónsskipini, sum ikki hava so nógv ferðafólk umborð, fyri akker, meðan ferðafólkini koma í land við skjóttgangandi gummibátum. Móttøkurnar í Elduvík og Funningi hava eydnast sera væl, og ætlanin er, sum frálíður, at taka ímóti smáum ferðamannaskipum í øðrum bygdum í kommununi eisini. 

Fyrireikandi fundir, har bygdafólkið, lokalir veitarar, Runavíkar havn og Visit Runavík í felag leggja vitjanirnar til rættis, verða hildnir í vikuni. Partarnir hava í felag ment ein burðardyggan leist til reiðarí, ið varða av smáum ferðamannaskipum.

Í apríl mánaða luttekur Runavíkar havn, saman við øðrum føroyskum veitarum, á heimsins størstu ferðaskipastevnu í Florida. Reiðaríini í cruise-vinnuni leggja ferðirnar til rættis 2-3 ár fram í tíðina, so longu nú eru fleiri enn 20 bíleggingar komnar fyri 2025 og 2026, so líkt er til, at talið av cruise-vitjanum fer at økjast komandi árini.

Dagført yvirlit yvir vitjanir sæst á cruise-kalendaranum - https://portofrunavik.com/cruise-calls

 


03. mai 2024

Góður cruisedagur í Funningi

Hósdagin 2. mai vitjaði flotta ferðamannaskipið Ultramarine hjá Quark Exped…

02. mai 2024

Vitjan av United States Coast Guard

Mikudagin 1. mai hevði Runavíkar havn vitjan av umboðum frá Landsverk og Un…

27. apríl 2024

Ultramarine til Funnings 2. mai

Í ár vitja 3 ferðamannaskip í Funningi, og tað fyrsta kemur hósdagin 2. mai…

15. mars 2024

Amibtion vitjar fyri fyrstu ferð

Týsdagin 19. mars kemur ferðamannaskipið Ambiton hjá reiðarínum Ambassador…