Cruisetoymið í Elduvík til reiðar

27. mai 2023

Mánadagin 29. mai vitjar ferðamannaskipið Spitsbergen í Elduvík. Skipið fer at liggja fyri akker út fyri bygdini og ferðafólkini verða førd í land við gummibátum. Spitsbergen hevur vitjað bygdina fleiri ferðir áður, so móttøkutoymið, ið er samansett av fólki í Elduvík, Runavíkar Havn og Visit Runavík, hevur góðar royndir í at taka ímóti, og manningin kennir eisini umstøðurnar. 

Skipað verður fyri heimakafé, spákingartúrum í bygdini við ferðaleiðarum og støkkupp-ferðaleiðarum, sálmasangi og vitjan í kirkjuni, sølu av minnislutum í skúlanum, suppu í lokalum húsi og føroyskum dansi uttanfyri skúlan. Ein gongutúrar verður fyriskipaður fram í Dal við lokalum ferðaleiðara og okkara Ask Me-fólk fara sjálvandi eisini at leiðbeina gestunum.

Runavíkar havn og Visit Runavík hava seinastu árini arbeitt saman við íbúgvunum í Elduvík við at menna henda sosialt burðardygga leist. Tikið verður í mesta lagi ímóti 3 skipum um árið í Elduvík. 

Spitsbergen, sum hoyrir undir reiðariíð Hurtigruten, er 100 m langt og umborð eru umleið 137 fólk. Skipið kemur kl. 7.00 og fer avstað kl. 17.00. Fyrsti bátur kemur inn á land kl. 8.30. Umboðsfelagið í Føroyum er Faroe Ship.

Vælkomin Spitsbergen 


27. apríl 2024

Ultramarine til Funnings 2. mai

Í ár vitja 3 ferðamannaskip í Funningi, og tað fyrsta kemur hósdagin 2. mai…

15. mars 2024

Amibtion vitjar fyri fyrstu ferð

Týsdagin 19. mars kemur ferðamannaskipið Ambiton hjá reiðarínum Ambassador…

11. mars 2024

Nógv ferðamanna­skip í ár og komandi árini

Í ár vitja 21 ferðamannaskip Runavíkar havn. Flestu skipini koma inn á Kong…

08. mars 2024

Farmaskipið Freyja fyrstu ferð á Runavík

Í dag kom farmaskipið Freyja hjá reiðarínum Cargow fyri fyrstu ferð inn á R…