Ferðamannaskip vitja í Elduvík

25. mai 2022

Í næstum vitja tvey ferðamannaskip frá reiðarínum Hurtigruten í Elduvík. Spitsbergen kemur leygardagin 28. mai og Fram hósdagin 2. juni. Bæði skipini fara at liggja fyri akker út fyri bygdini frá kl. 8-17. Ferðafólkini, sum eru umleið 145 í tali, verða førd í land við gummibátum.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at ferðamannaskip frá Hurtigruten vitja í Elduvík, so bygdin hevur góðar royndir í at taka ímóti. Skipað verður fyri heimakafé hjá Fridu, spákingartúrum í bygdini við ferðaleiðara, sálmasangi og vitjan í kirkjuni, sølu av minnislutum í skúlanum og føroyskum dansi uttanfyri skúlan. Tveir gongutúrar verða fyriskipaðir við lokalum ferðaleiðara, annar fram í Dal og hin til Oyndarfjarðar, har bussur síðan koyrir gestirnar norður aftur til Elduvíkar. Okkara sonevndu Ask Me fólk vera sjálvandi eisini í bygdini til reiðar at leiðbeina.

Vitjanin er løgd til rættis í tøttum saman millum fólk í Elduvík, Visit Runavík og Runavíkar Havn. Umboðsfelagið hjá Hurtigruten í Føroyum er Faroe Ship. Ferðamannaskip vitja tríggjar ferðir í Elduvík í ár, og seinasta skipið kemur 3. oktobur. 

Vælkomin Spitsbergen og Fram


27. apríl 2024

Ultramarine til Funnings 2. mai

Í ár vitja 3 ferðamannaskip í Funningi, og tað fyrsta kemur hósdagin 2. mai…

15. mars 2024

Amibtion vitjar fyri fyrstu ferð

Týsdagin 19. mars kemur ferðamannaskipið Ambiton hjá reiðarínum Ambassador…

11. mars 2024

Nógv ferðamanna­skip í ár og komandi árini

Í ár vitja 21 ferðamannaskip Runavíkar havn. Flestu skipini koma inn á Kong…

08. mars 2024

Farmaskipið Freyja fyrstu ferð á Runavík

Í dag kom farmaskipið Freyja hjá reiðarínum Cargow fyri fyrstu ferð inn á R…