Nýggj kort til gestir frá ferðamannaskipum

17. januar 2022

Runavíkar havn hevur ment nýggj kort til gestir, sum vitja við ferðamannaskipi. Eftir ætlan koma átta ferðamannaskip í summar. Fýra stór skip koma inn á Kongshavn í Saltangará, trý skip til Elduvíkar og sum nakað nýtt, vitjar eitt skip eisini í Funningi í ár.

Kortini vísa á møguleikar í Runavíkarøkinum og í Elduvík. Ætlanin er sjálvsagt eisini at gera eitt kort yvir Funning, men fyrst skal ferðamálið royna seg í verki sum ein sonevnd expedition cruise destination.

Her ber til at síggja listan yvir skip, ið hava bílagt pláss hjá Runavíkar havn: Vitjanir ferðamannaskip


27. apríl 2024

Ultramarine til Funnings 2. mai

Í ár vitja 3 ferðamannaskip í Funningi, og tað fyrsta kemur hósdagin 2. mai…

15. mars 2024

Amibtion vitjar fyri fyrstu ferð

Týsdagin 19. mars kemur ferðamannaskipið Ambiton hjá reiðarínum Ambassador…

11. mars 2024

Nógv ferðamanna­skip í ár og komandi árini

Í ár vitja 21 ferðamannaskip Runavíkar havn. Flestu skipini koma inn á Kong…

08. mars 2024

Farmaskipið Freyja fyrstu ferð á Runavík

Í dag kom farmaskipið Freyja hjá reiðarínum Cargow fyri fyrstu ferð inn á R…