Ocean Rainforest fingið nýggja tvíkilju

01. september 2021

Í dag lat KJ Hydraulik á Kambsdali nýggju tvíkiljuna, Breiðbløðka, til felagið Ocean Rainforest, sum hevur taraaling á Funningsfirði. Móttøka var í Norðragøtu kl. 15.00.

Tvíkiljan er bygd júst til tørvin hjá Ocean Rainforest at arbeiða og taka taran úr sjónum, og føra hann til lands til virkingar. Vanliga vera tvey ella trý fólk til arbeiðis umborð á bátinum.

Runavíkar havn ynskir Ocean Rainforest hjartaliga tillukku við tvíkiljuni.


15. mars 2024

Amibtion vitjar fyri fyrstu ferð

Týsdagin 19. mars kemur ferðamannaskipið Ambiton hjá reiðarínum Ambassador…

11. mars 2024

Nógv ferðamanna­skip í ár og komandi árini

Í ár vitja 21 ferðamannaskip Runavíkar havn. Flestu skipini koma inn á Kong…

08. mars 2024

Farmaskipið Freyja fyrstu ferð á Runavík

Í dag kom farmaskipið Freyja hjá reiðarínum Cargow fyri fyrstu ferð inn á R…

14. februar 2024

Hátíðarhald á Fjøruvegnum

Í samband við at Fjøruvegurin er tikin alment í nýtslu, verður hátíðarhald…