Tíðindi

Hert eftirlit á Runavíkar Havn

Nú koronasmittan aftur ger um seg í Føroyum, hevur Runavíkar Havn hert eftirlitið við útlendskum skipum. Hetta inniber, at havnarøkið er avbyrgt og portrini stongd, soleiðis at eingin óneyðug ferðsla er á havnarøkinum.