Tíðindi

Frakt & Sand flytur til Søldarfjarðar

Kelda: kvf – hoyr samrøðu HER

Ein býarmynd hvørvur úr Runavík, nú felagið Frakt & Sand flytur virksemið til Søldarfjarðar.

Síðani 1966 hevur felagið ligið á havnarlagnum við Rókina, har tunnilsmunnin til Eysturoyartunnilin er.

Men støðugi vøksturin í virkseminum og tunnilsivirksemið í økinum hava við sær, at tað er neyðugt at flyta virksemið.

Meginparturin av virkseminum hjá Frakt & Sandi er uttanlands. Umsetningurin í fjør var 150 milliónir kr.