Fiskiskapur

Runavíkar Havn er ein at teimum stóru fiskivinnuhavnunum í Føroyum. Hon hýsir millum annað fleiri fiskavirkjum og Bakkafrosti, einum av heimsins størstu laksaframleiðarum.

Í meira enn eina øld er fiskur komin upp á land í Runavík, og tað hevur skapt nógv virksemi innan fiskaframleiðslu og tænastur til virkir og skip. Árliga koma umleið 12.000 tons av botnfiski upp á land. Hetta er fyri tað mesta upsi, sum verður skorin til flak á virkinum hjá Faroe Origin.

Útlendsk skip koma regluliga inn á Runavíkar Havn at umskipa veiðuna, og árliga verða umleið 260.000 tons umskipaði frá trolarum umborð á frystiskip.

Nakrir útróðrarbátar halda til í Runavíkar Havn, sum hevur góðar umstøður til øll sløg av skipum.

Størsta alifyritøkan í landinum, Bakkafrost, hevur sítt høvuðsvirksemi á Glyvrum. Góðskingarvirkið framleiðir góð 50.000 tons av laksi árliga.