Ferðamannaskip

Ferðamannaskip - Kongshavn

Runavíkar Havn liggur í hjartanum av Føroyum – sunnast í Eysturoy við góðum vegsambandi til Norðoyggjar og Suðurstreymoy gjøgnum undirsjóvartunlar.

Runavíkar Havn hevur eina atløgubryggju til ferðamannaskip – Kongshavn – við eini aløgusíðu, sum er 567 metrar long við 5-12 metra dýpi, harav teir 321 metrarnir hava minst 12 metra dýpi. Kongshavn tekur væl ímóti vitjandi á bryggjuni við kunningardiski og leiðbeining. Vesi, hýruvognar og ókeypis tráðleyst internet eru til taks á kunningarstovuni, sum er 5 minuttir til gongu úr Kongshavn.

Teinurin av Kongshavn niðan í miðbýin er umleið 400 metrar. Í miðbýnum eru nógvir størri og smærri handlar við fjølbroyttum úrvali. Runavíkar Havn veitir shuttle-bussar millum Lamba og Rituvík, meðan ferðamannaskip eru inni. Vinarligu fólkini við Ask Me-skeltunum eru altíð til reiðar at beina vitjandi á rætta leið.

Runavíkar Havn fekk sítt fyrsta ferðamannaskip á vitjan í 2005, og síðan 2012 hava umboð frá havnini marknaðarført Runavíkar Havn sum ferðamál á altjóða ferðaskipastevnum í Evropa og USA. Runavíkar Havn arbeiðir tætt saman við býráðnum, kunningarstovuni, veitarum og handlum fyri at taka væl ímóti gestunum. Skipað verður fyri ókeypis móttøku, har øll ferðafólkini og manningin dansa føroyskan dans saman við limum í dansifelagnum, sum eisini greiða frá um føroyska dansin.

Runavíkar Havn er limur í Cruise Europe-felagsskapinum, har meiri enn 140 evropiskar havnir og ferðamál eru limir.

Sí film um móttøka av ferðamannaskipum