Farmur

Runavíkar Havn er serstakliga vælegnað til farm og bunkring við góðum umstøðum, atløgusíðum og tænastum.

Farmur

Umstøðurnar fyri inn- og uppskiping eru framúr góðar á Kongshavn, kai 2, 3 og 4 - sí kort. Kai 2 er 246 m long við 6-8 m dýpi, og kai 3 og 4 eru samanlagt 321 m langar við 12 m dýpi. Skip upp í 320 m kunnu liggja við bryggju í Kongshavn, sum hevur ein 80 m breiðan bryggjukant. Mobil-kranar eru tøkir á Runavíkar Havn. 

Bunkring

Runavíkar Havn hevur ein oljuterminal á norðaru havnini í Søldarfirði. Tangaskip koma at uppskipa olju 14. hvønn dag, og skip koma regluliga inn á havnina í Søldarfirði at bunkra. Oljan verður eisini flutt við tangabilum til aðrar havnir hjá Runavíkar Havn eftir tørvi.