Tíðindi

Drátturin dagførdur

Drátturin á lendingini í Elduvík var illa farin í vetur, – stórur partur av lunnunum vóru skolaðir burtur í ringa verðrinum og í uppganginum. Hetta er nú umvælt, og ígjár var havnarmeistarin á vitjan í bygdini og sýnaði umvælingina saman við hinum staðkenda Dánial Martini Hansen. Nú flestu neystini eru laðað uppaftur kring lendingina er hetta vorðið eitt hendinga vakurt umhvørvi, sum ivaleyst fer at draga alt fleiri føroyingar og fremmand ferðafólk til Elduvíkar.