4 miles

Ships sailing in and out of Skálafjørður these days are asked to take into account the construction of the harbor in Strendur (Hulkur).

Ships and boats are kindly asked to slow down to 4 miles per hour.

4 míl

Skip, ið sigla inn og út av Skálafjørðinum í hesum døgum, eiga at taka størsta fyrilit fyri útbyggingini av havnarlagnum á Hulkinum í hesum døgum. Heitt verður staðiliga á skip og bátar, um at seta ferðina niður á í mesta lagi 4 fjórðingar um tíman.

Spf. Rókin á Glyvrum ger arbeiðið fyri Sjóvar kommunu, og verkætlanin snýr seg um at víðka havnarlagið eystur frá virkisbygninginum hjá saltfiskavirkinum Vaðhorn – og at gera nýggja atløgusíðu. Avmarkingin í ferðini er alneyðug, táið arbeitt verður við spunsveggi og arbeiðsfólk dagliga eru nærri sjóvarmálanum enn vanligt. Brot á áheitanina kann hava vanlukkuligar menniskjaligar avleiðingar við sær.

Siglingarávaringin, sum m.a. er lýst í Útvarpinum og send út frá MRCC umvegis Tórshavnar Radio er soljóðandi:

“Vísandi til útbygging á havnalagnum á Hulki á Strondum, er hámarksferðin í økinum sett at vera 4 sjómíl, og verða skip og bátar biðin um at vísa størsta varsemi.”

Vónandi taka allir bátar og øll skip áheitanina til eftirtektar. Áheitanin stendur við haðartil annað verður fráboðað.

55.000 tons av gróti afturat til Runavíkar

Runavíkar kommuna hevur gjørt avtalu við Pf. Eystur- og Sandoyartunlar um grót av Hvítanesi, sum skal brúkast til havnarútbygging í Runavík

Hesum boðar Rúnavíkar kommuna frá í kvøld. Fyri hálvum triðja mánaði síðan samdust Pf. Eystur- og Sandoyartunlar og Runavíkar kommuna um, at 300 túsund rúmmetrar av gróti skulu flytast av goymsluni á Velbastað til havnalagið í Runavík. Sambært undirritaðu avtaluni fær kommunan grótið og borgar bert fyri flutningin av grótinum.

Í dag hava somu partar gjørt semju um, at Runavíkar havn/kommuna tekur ímóti 54.520 tonsum av gróti afturat, sum er øll núverandi restgoymslan á byggiplássinum á Hvítanesi. Bulurin – prinsippini – í semjuni er hin sami sum í fyrru avtaluni, Runavíkar havn tekur ímóti grótinum og borgar fyri flutningin.

Av góðum grundum hava partarnir verið í støðugum og konstruktivum samskifti, síðan væl fyri at farið varð undir at bora Eysturoyartunnilin. Rúgvan, sum Runavíkar havn fekk úr tunlinum okkara megin, var ov lítil til ætlanirnar vit høvdu, tí samskiftu vit fyri nøkrum árum síðani leingi um eina loysn, sum snúði seg um at sigla grót av Hvítanesi inn á Skálafjørðin. Tann ætlanin fór fyri bakka – ella rættari bar hon ikki á mál.

Í eina tíð hava partarnir nú samskift um tað málið av nýggjum. Ástaðarfundur var á havnarlagnum við Runavíkar havn mánadagin, og í gjár varð fundur hildin á skrivstovuni hjá Tunlafelagnum í Vágsbotni í Tórshavn, har borgarstjórin og stjóri felagsins, eftir drúgva tinging, samdust um eitt uppskot, ið skuldi leggjast fram til politiska viðgerð í Runavíkar kommunu. Í dag hava vinnu- og havnanevndin og fíggjarnevndin viðgjørt hetta grótmálið – og eftir tað samtykti býráðið einmælt at taka undir við uppskotinum.

Hendan grótrúgvan skal á sama hátt sum hin fyrra brúkast sum fylla á havnalagnum hjá Runavíkar havn í Saltangará og á Glyvrum. Við hesi sendingini, oman á hina fyrru, hevur kommunan garderað seg við tilfari til tær stóru útbyggingarnar á havnarlagnum, sum ætlanir eru at fremja næstu árini. Nú ber til at byggja havnalag, rampu og atløgusíðu út eftir fíggjarligum førimuni frá ári til ár – uttan at hugsa um hvaðan grótfyllan skal fáast til vega.

Á Hvítanesi í kvøld skrivaðu Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, http://umsiting.in.fo/Teitur Samuelsen, stjóri, og Bergur Poulsen, nevndarformaður, undir avtaluni um, at Runavíkar kommuna tekur ímóti sløkum 55 túsund tonsum av gróti av Hvítanesi. Flutningurin byrjar alt fyri eitt, og Runavíkar býráð hevur á fundi í dag samtykt at fíggja málið við eini eykajáttan á góðar 2 milliónir krónur.

Kelda: in.fo

Størsta skip nakrantíð á Søldarfirði

Kelda: info
Oljuskipið Stena Paris legði at bryggju í Søldarfirði í morgun. Skipið er 184 metrar langt og størsta skip, sum hevur lagt at bryggju í Søldarfirði.

-Eg veit ikki um, at nakað so stórt skip hevur lagt at í Søldarfirði fyrr. Bryggjan er ikki so stór í Søldarfirði, og tí tók tað nakað av tíð at leggja at, sigur Brandur Højgaard, havnameistari í Runavíkar Havn, sum eisini var losur, nú skipið legði at.

Bryggjan í Søldarfirði er gomul, og hon varð millum annað nýtt sum oljuhavn undir seinna heimsbardaga.

– Tá vóru eisini onkur stór skip á Søldarfirði, men eg haldi ikki, at nakað so stórt skip hevur verið á Søldarfirði fyrr, sigur Brandur Højgaard.

Stene Paris er skrásett á Bermuda, og siglir vanliga millum Kanada og Norra. Teir komu inn at bunkra 200.000 litrar av olju í Søldarfirði.

– Tað tekur væntandi umleið fimm tímar at bunkra gasolju, og tá ið teir eru lidnir, fara teir til Mongstad í Norra.

Skipið er 65.000 bruttotons til støddar. Tað er 183 metrar langt og 40 metrar broytt. 23 mans eru við skipinum, teir flestu filipinar, meðan yvirmenninir eru úr Kroatia og Slovenia.

Nýtt vinnuøki í Søldarfirði

Arbeiðið við at gera eitt nýtt vinnuøki í Søldarfirði, til Frakt & Sand, gongur væl.

Økið er góðar 4.000 kvadratmetur og út við 24.000 tons av sandi verða pumpaði inn í steinfyllingina.

Vinnuøkið, sum skal brúkast til sandgoymslu, verður væntandi liðugt síðst í juli og tikið í brúk stutt eftir

Nýtt vinnuøki í Søldarfirði

Arbeiðið við at gera eitt nýtt vinnuøki í Søldarfirði, til Frakt & Sand, gongur væl.

Økið er góðar 4.000 kvadratmetur og út við 24.000 tons av sandi verða pumpaði inn í steinfyllingina.

Vinnuøkið, sum skal brúkast til sandgoymslu, verður væntandi liðugt síðst í juli og tikið í brúk stutt eftir.

Runavíkar Havn – slakar 11 milliónir í nettovinningi í 2019

Nú roknskapurin hjá Runavíkar kommunu fyri 2019 er grannskoðaður og góðkendur á almennum býráðsfundi, kenna vit eisini til fulnar, hvussu roknskapurin fyri Runavíkar havn sær út fyri hetta sama ár – 2019. Staðfestast kann, at 2019 var metárið nakrantíð hjá Runavíkar havn, við einum umsetningi á góðar 21 mió. kr. og einum nettovinningi á slakar 11 milliónir krónur

Seinastu 10 árini – 2010-2019 – hevur umsetningurin tilsamans verið 141,137 mió. kr., útreiðslurnar 83,929 mió. kr. og samlaði nettovinningurin í seinasta 10-ára skeiðnum harvið:

57,208 milliónir krónur.

Stabbamyndirnar niðanfyri sýna á fyrru myndini hvussu gongdin hevur verið, síðan Runavíkar havn varð víðkað eftir kommunusamanleggingarnar – og á hinari myndini sæst hvaðan nettovinningurin er komin í 2019. Tað er umskiftiligt frá ári til ár, hvussu gongdin er millum ymsu havnaløgini, men myndin er greið í 2019, har Runavík, Glyvrar og Søldarfjørður standa fyri tí mesta av vinninginum.

2020 verður eitt broytingarár hjá Runavíkar havn. Fyrsta ári í 20 ár, at veruligur linjutrafikkur aftur verður til og frá Runavík. Samskip og Runavíkar kommuna/havn gjørdu fyrr í ár sáttmála, sum hevur við sær, at Samskip flytir alt sítt virksemi inn higar einaferð í august – um alt gongst sum ætlað. Húsið sum felagið skal leiga frá kommununi er nú undir umvæling, og ravmagn til køli- og frystibingjur verður nú lagt inn í økið, umframt at gjørt verður klárt til at veita skipum landstreym.