Tíðindi

4 míl

Skip, ið sigla inn og út av Skálafjørðinum í hesum døgum, eiga at taka størsta fyrilit fyri útbyggingini av havnarlagnum á Hulkinum í hesum døgum. Heitt verður staðiliga á skip og bátar, um at seta ferðina niður á í mesta lagi 4 fjórðingar um tíman.

Spf. Rókin á Glyvrum ger arbeiðið fyri Sjóvar kommunu, og verkætlanin snýr seg um at víðka havnarlagið eystur frá virkisbygninginum hjá saltfiskavirkinum Vaðhorn – og at gera nýggja atløgusíðu. Avmarkingin í ferðini er alneyðug, táið arbeitt verður við spunsveggi og arbeiðsfólk dagliga eru nærri sjóvarmálanum enn vanligt. Brot á áheitanina kann hava vanlukkuligar menniskjaligar avleiðingar við sær.

Siglingarávaringin, sum m.a. er lýst í Útvarpinum og send út frá MRCC umvegis Tórshavnar Radio er soljóðandi:

“Vísandi til útbygging á havnalagnum á Hulki á Strondum, er hámarksferðin í økinum sett at vera 4 sjómíl, og verða skip og bátar biðin um at vísa størsta varsemi.”

Vónandi taka allir bátar og øll skip áheitanina til eftirtektar. Áheitanin stendur við haðartil annað verður fráboðað.