Elduvík

Í Elduvík eru tvær lendingar; tann eina í bygdini og hin í gjónni. Í bygdini er bátadráttur við spæli. Í gjónni er atløgusíða til smábátar við trappu og handlista at sleppa upp á land. Úr gjónni er góð trappa niðan á slætt. Ljós er sett upp, sum lýsir niður í gjónna.