Skála

Á havnarøkinum á Skála eru sera góðar umstøður og nógv virksemi. Her liggur stóra skipasmiðjan hjá Mest, sum hevur umvælt og bygt hópin av skipum gjøgnum tíðina. Skipasmiðjan varðar av einum stórum parti av havnarøkinum. Eisini eru fleiri aðrar tænastufyritøkur á Skála Havn.

Umstøður

  • Sunnasta bryggja, longd 60 m, dýpi sunnara síða 3-10 m, dýpi norðara síða 5-10 m
  • Monteringsbryggjan (mittasta), longd (suður) 60 m, dýpi 2-9 m, longd (norður) 48 m, dýpi 3-9 m
  • Atløgusíðan, longd 143 m, dýpi 7 m
  • Dokk, longd 115 m, vídd 20 m, dýpi 6,5 m
  • Dráttur byggihøll, longd 60 m, vídd 13 m
  • Vognur, longd 90 m, vídd 14 m, vekt 11 tons
  • Bátahylurin rúmar 25 bátum

kort