Søldarfjørður

Havnarøkið suður í Søldarfirði verður fyri tað mesta brúkt til oljuvirksemi, har oljubátar koma inn at lossa olju umleið 14. hvønn dag. Skip koma javnan inn at bunkra, og havnin verður eisini brúkt til russisk skip og umskipingar. 

Bátahylurin í Søldarfirði hevur seinastu árini verið umvældur og er nú í sera góðum standi. Bátahylurin rúmar 15 bátum.

Havnarøkið norður í Søldarfirði hýsir fleiri fyritøkum. Atløgubryggjan er 55 m lang við 6 m dýpi.

kort